Innanlands

7. b í Eysturskúlanum Ársins Vitanarfróðu 2025

Umframt vinnaran valdi dómsnevndin at geva einum bólk úr 5. b á Skúlatrøð herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði

Vinnarabólkin og Bogi Otthamar, Ingi Heinesen Højsted, Annika Sølvará og Johann Petersen, lærari í Eysturskúlanum

Vinnarabólkin og Bogi Otthamar, Ingi Heinesen Højsted, Annika Sølvará og Johann Petersen, lærari í Eysturskúlanum

2025-06-12 15:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Granskingarráðið: Hósdagin 12. juni varð kunngjørt, at 7. flokkur í Eysturskúlanum fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2025. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví droyma fólk?”

Umboð fyri dómsnevndina vóru á skúlanum og handaði flokkinum heiðursskjal og vinning á 3.000 kr.

Dómsnevndin helt, at uppgávan hjá hesum bólkinum hevði eitt originalt evni og ein áhugaverdan undranarspurning. Arbeiðið var væl lýst, og næmingarnir vístu, at teir duga at brúka arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu. Teir høvdu góðar frágreiðingar og hugleiðingar um teirra dreymar og tað var forvitnisligt at lesa, hvat teir kundu hugsað sær at arbeitt víðari við.

Samanumtikið, so var uppgávan greið og samanhangandi, og vísti sjálvstøðugt rannsóknararbeiði.

Í hesum bólkinum vóru: Brandur, Pætur, Baltasar, Róaldur og Prince.

Herðaklapp til 5. flokk á Skúlatrøð

Freistin at lata frágreiðingar inn til árligu kappingina var 15. mai. Tað komu 9 frágreiðingar inn frá 4 skúlum.

Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Ingi Heinesen Højsted granskari, Henny Dánialsdóttir og Bogi Otthamar, lærarar og ráðgevar á Námi, og Brynhild Næs Petersen fyri Granskingarráðið.

Umframt vinnaran valdi dómsnevndin at geva einum bólk úr 5. b á Skúlatrøð herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Herðaklappið er ein serligur heiður, sum bólkurin fær saman við 1.500 kr.

Bólkurin undraðist á, um tað bar til at broyta smakkin av vatnmelón og sitrón, um tey brúktu salt og sukur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder