Innanlands

70 fólk møttu til borgarafundin

Borgarafundur var um Kollafjørð í gjárkvøldið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-21 19:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Til borgarafundin í gjárkvøldið vóru møtt eini 70 fólk úr Kollafirði, av Oyrareingjum og Signabø, umframt kommunalar politikarar og fólk frá umsitingini í Tórshavnar kommunu.

Annika Olsen, borgarstjóri, byrjaði við at bjóða vælkomin. Hon segði m.a nøkur orð um hvørji átøk vóru gjørd í Kollafirði seinastu árini, eitt nú nútímansgerð av bátahylinum, vetrarfriðingin, nýtt alment wc o.a.
 
Síðan var framløga. Økissamskiparin kunnaði um vetrarfriðingina, heilsu- og umsorganartænastan hevði framløgu um eldradepil, tekniski stjórin greiddi frá um arbeiðið at finna øki til skógarfriðing, og greitt varð eisini frá ætlanini um tilbygging av ítróttarhøllini, skrivar Tórshavnar kommuna.
 
Greitt varð frá Bussleiðini og nýggju ferðaætlanina, og Umhvørvisstovan hevði framløgu um larm á Signabø.
 
Síðan var orðið frítt og nógvir góðir og áhugaverdir spurningar vórðu svaraðir. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder