2019-05-10 09:16
Tað var ein óvanlig sjón sum møtti borgarunum í Havn, tá hesi vaknaðu í morgun. Eitt hvørt rør hevði innibyrgt Tórshavnar Havn.
Kringvarpið hevur tosað við stjóran í Tórshavnar Havn, Jónsvein Lamhauge, sum forkláraði, at talan var um eitt kloakrør, sum skal flyta spillvatn av Landssjúkrahúsinum út á streymasjógv.
700 metrar langa rørið er keypt úr Noregi, og er sleipað til Føroyar, her tað seinastu tíðina hevur ligið inni á Sundi. Inni á Sundi eru vektir settar á, og í morgun varð tað lagt frá Landssjúkrahúsinum og út á streymasjógv.
Hoyr samrøðuna við Jónsvein Lamhauge her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald