Eini 700 næmingar frá yrkis og miðnámsskúlunum og næmingar frá Húsarhaldsskúla Føroya hava fingið høvi at luttaka á tiltakinum Vika Sex.
Tiltakið byrjaði við, at Persson & Dahl framførdu sera áhugaverdar, hugvekjandi og til tíðir ágangandi leikir fyri næmingunum. Leikirnir vóru sera væl uppsettir, skilt á tann hátt, at áskoðararnir ikki vistu, um tað var leikur, ella um tað var veruligt og aftaná leikirnar, settu leikararnir spurnartekn við, hvørji mørk verða bjóðað av.
Við loyniupptøkum høvdu leikararnir eisini bjóðað føroyinginum av, fyri at finna út av, hvussu langt út um mark, tað ber til at fara við okkum. Tað var skelkandi at síggja, at fólk ikki himprast við at svara uppá nærgangandi spurningar og at gera tað, sum tey blivu biðin um. Spurnartekn varð sett við, um vit eru líka tolin, tá ið tað kemur til happing og ágang bæði hjá okkum sjálvum og øðrum.
Eftir framførsluna nýttu næmingarnir høvi at tosa við stovnarnar, sum standa fyri tiltakinu, skrivar Fólkaheilsuráðið.
Tað eru Apotekið, Amnesty, Fólaheilsuráðið, Føroya Politi, Gigni og Almannamálaráðið/Sig fra!, sum hava skipað fyri Viku Sex.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald