2025-07-01 07:51

Ein maður sum sunnudagin varð afturhildin av tollarunum á flogvøllinum undir illgruna fyri at smugla hassj innvortis, hevur fingið eina bót á 7.000 krónur.
Eins og røntenmyndirnar vístu, so var talan um millum 40 og 50 gramm av hassji, vísti tað seg, tá maðurin hevði greitt sínar skyldur, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini málber seg.
Løgreglan hevði ongan illgruna um, at endamálið við smuglingini var at selja rúsevnið víðari, og maðurin varð tí skuldsettur sambært veikaru greinini í lógini um euforiserandi evni, og hann fekk sostatt eina bót uttan rættargang. Bótin var áljóðandi 7.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald