Innanlands

70.000 krónur til Mykinesar

Helga Lauritsen lendi á gula leypinum og tryggjaði sær 70.000 krónur - deiligt, helt hon fyri

(Skíggjamynd: KVF)

(Skíggjamynd: KVF)

2021-06-18 22:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Helga Lauritsen í Mykinesi fær uttan iva eitt gott vikuskifti. Hon vann sær í kvøld 70.000 skattafríar krónur í Gekkinum.

Mykinesbúgvin ringdi inn við fullari plátu, og fekk møguleikan at vinna tær 200.000 krónurnar, sum í kvøld vóru uppá spæl.

Hon valdi at deila upphæddina út á teir tríggjar leyparnar, og vinningurin gjørdist harvið 70.000 krónur. Og longu í fyrsta snari eydnaðist at raka ein leyp.

Tá lendi Helga Lauritsen á gula leypinum og vann 70.000 krónur.

- Eg gangi út frá, at tú ikki heldur fram, segði verturin Magnus Magnussen skemtandi.

Eitt langt “nei” ljóðaði úr hinum endanum. Deiligt. Hetta var bara óført, legði Helga afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder