Innanlands

7250 fleiri gistingar hjá gistingarhúsunum í fjør

Hetta er 5% meiri enn í 2017

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-06 11:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað vóru 151.717 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum í 2018. Tað eru 7.243 ella 5% fleiri enn í 2017.

31% av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, 21% úr Føroyum, 20% úr øðrum Norðurlondum, onnur 20% úr øðrum londum í Evropa, og tey síðstu 8% vóru hjá fólki úr londum uttan fyri Evropa, skrivar Hagstova Føroyar um gistingarnar.

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við 52%, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 18% færri.

Viðmerkjast skal, at í hesi grein umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘Airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

[object Object]

Javnur lítil vøkstur alt árið
Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum (t.e. tali av gistinætum) og í innskrivingum (t.e. talið av persónum, ið verða innskrivaðir til at gista). Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

[object Object]

[object Object]

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder