Innanlands

73 ára gamal maður deyður í arbeiðsvanlukku

Ein syndarlig arbeiðsvanlukka hendi í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni tíðliga seinnapartin

2020-01-07 16:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan: Í dag umleið kl. 14.10 hendi ein syndarlig arbeiðsvanlukka í grótbrotinum á Hústoft í Eysturoynni.

Ein dumpari bakkaði útav ovarliga í grótbrotinum, har hann skuldi vippa eitt less av.

Av enn ókendum orsøkum fer dumparin á glið niður eftur skráanum, og endar á takinum í einum 3 metra djúpum hyli.

Sjúkrabilur, sløkkilið, froskmenn, politi og ein stórur arbeiðskrani vóru skjótt send á staðið, men umstøðurnar gjørdu, at ikki var lætt at bjarga føraranum, tí at talan er um ein dumpara, ið vigar 35 tons og trupult var sleppa tætt at vanlukkustaðnum.

Førarin – ein 73 ára gamal maður – bleiv staðfestur deyður á staðnum, eftir at hann var bjargaður út úr førarahúsinum.

Arbeiðseftirlitið og politiið gera nærri kanningar av óhappinum.

Avvarðandi eru kunnaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder