Innanlands

75 útisetar vitjaðu Tórskvøld í Aalborg

Íverksetarar úr Hugskotinum løgdu fram um teirra verkætlanir og Tórshavnar kommuna svaraði spurningum frá áhoyrarunum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-05 10:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Oman fyri 75 føroyingar vóru til tiltakið hjá Tórshavnar kommunu í Aalborg fríggjakvøldið, tá ið Annika Olsen, borgarstjóri, saman við Hugskotinum og starvsfólkum í kommununi greiddu frá møguleikunum í høvuðsstaðnum. 

Áhugin fyri tiltakinum var stórur, og útisetarnir høvdu nógvar spurningar at seta kommununi – eitt nú um barnaansing og útstykkingar fyri framman. Eisini fekk Hugskotið nógvar spurningar um at skapa sítt egna starv.

Umframt framløgur løgdu tveir íverksetarar fram um teirra verkætlanir. Annar teirra, Sverri Nolsøe, er á veg út í heim við SafeFriend, og hin, Tummas við Skipá, ætlar at taka kappingina upp á fjarskiftisøkinum við nýggja telefonfelagnum TOSA.

Tórskvøld er fyri útisetar, ið ætla sær heim ella hugsa um at flyta heimaftur. Og tað ætla føroyingarnir í Aalborg, skrivar Tórshavnar kommuna. Tveir triðingar ætla sær at flyta heim komandi 5 árini vísti kanning, sum kommunan lat gera í Aalborg.

Eisini vístu fleiri útisetar áhuga fyri at arbeiða í Tórshavnar kommunu í summarfrítíðini - bæði á tekniska økinum og í heilsu- og umsorganartænastuni, har altíð ber til at senda eina umsókn. 
 
Kvøldið endaði við góðum føroyskum mati og netverkan. Og so lutaði kommunan nakrar gávur út, sum vóru komnar við úr Føroyum. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder