Innanlands

773 milliónir útgoldnar í lønum í januar

Lønirnar vaksa framvegis

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-02-08 10:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í januar vóru 773 milliónir útgoldnar í lønum. Í hagtølunum hjá Hagstovu Føroya sæst, at trendurin bara gongur uppeftir. Útgoldnu lønirnar hava bara voksið síðani apríl 2013.

[object Object]

Lønargjaldingarnar býta seg soleiðis, at í januar vórðu 472 milliónir krónur útgoldnar til mannfólk, meðan 300 milliónir krónur vórðu útgoldnar til konufólk.

[object Object]

Býtt á høvuðsvinnugreinabólkarnar varð mest útgoldið í lønum í almennum o.ø. tænastum. Har vórðu útgoldnar 266 mió. kr. í løn. Næst eru privatu tænastuvinnurnar við 238 mió. kr. Síðani er eitt lop niður til fiskivinnuna og aðrar tænastur, har 157 mió. kr. vórðu útgoldnar, meðan 111 mió. kr. vórðu útgoldnar í byggivinnuni o.a. tilvirkan.

[object Object]

Býtt á øki í landinum varð mest løn útgoldin í Suðurstreymoyar øki, har 316 mió. kr. vórðu útgoldnar. Í Eysturoyar øki vórðu útgoldnar 166 mió. kr., meðan 98 mió. kr. vóru útgoldnar í Norðoya øki.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder