Innanlands

779 prikað í gjár

628 fólk fingu fyrra prikið í gjár meðan 151 fingu seinna prikið

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-06-29 10:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ein steðg í nakrar dagar varð aftur koppsett móti kornu í gjár. 779 fólk vórðu koppsett, og 628 av teimum fingu fyrra prikið. 151 fólk fingu seinna prikið.

28.060 fólk hava nú fingið fyrru koppsetingina, sum er 52,6 prosent av fólkatalinum. 18.814 fólk, 35,2 prosent, hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett ímóti covid-19.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder