Innanlands

8 deyð í møguligum ásettum eldi í Paris

Ein kvinna er handtikin

Mynd: Sløkkiliðið í Paris/EPA

Mynd: Sløkkiliðið í Paris/EPA

2019-02-05 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Átta fólk hava latið lív í einum eldi í Paris í nátt. Løgreglan sigur at eldurin er ásettur og ein kvinna er handtikin.

Enn er ikki vist hvat hendi tá eldur kom í ein íbúðarblokk, men sambært Reuters sigur almenni ákærin, at eldurin verður kannaður sum ein brotsgerð, t.v.s. at eldurin møguliga er ásettur.

Umframt tey átta dripnu hevur ein persónur fingið álvarsligan skaða, meðan lívið hjá einum øðrum er í vanda, sigur sløkkiliðið í Paris.

Eldur kom í átta hæddir høga bygningin um eitt tíðina lokala tíð. Tað eydnaðist ikki at fáa tamarhald á eldinum. Í minsta lagið 27 persónar hava fingið skaða í eldinum. Tríggir teirra eru sløkkiliðsmenn.

Í dag verður sagt, at talið av teimum deyðu kann gerast hægri, tí at enn er eldur í sjeyndu og áttandu hædd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder