Í gjár og í nátt var løgreglan úti og gjørdi ferðamátingar í Eysturoynni. Í hesum sambandi vóru 12 sakir skrivaðar.
Á Kambsdali fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið, og tveir fingu treytaða frádøming av koyrikortinum. Í øllum førum var talan um bilførara, sum ikki helt hámarksferðina.
Loyvt var at koyra 80 km/t, men hesir koyrdu allir millum 107 og 119 km/t.
Í Søldarfirði fingu trý fólk klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum. Her var talan um bilførarar, sum koyrdu millum 77 og 86 km/t, har loyvt var at koyra 50.
Í Norðskálatunlinum steðgaði løgreglan eisini tveimum bilførarum. Ein fekk klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.
Bilførarar, sum ikki halda hámarksferðina fáa klipp í koyrikortið, og tá ferðin fer uppum 111 km/t er revsingin treytað frádøming av koyrikortinum.
Ein treytað frádøming merkir, at viðkomandi skal upp til nýggja koyriroynd innan tríggjar mánaðar fyri at varðveita rættin at koyra bil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald