2019-07-12 21:42
Ein heppin gekkavinnari gjørdist í kvøld 800.000 krónur ríkari.
Gekkaupphæddin í kvøld var 2,4 mió. krónur.
Tann hepni gekkaspælarin, sum ringdi inn við fullari plátu í kvøld var Sólbjørg Jakobsen á Skála.
Hon gjørdi av at deila vinningin í trý, so at 800.000 krónur fóru í hvønn leyp, og longu í fyrsta snari kom hon á bláa leypin og gjørdist sostatt 800.000 krónur ríkari.
Gekkaupphædddin verður tí 1,8 mió. komandi fríggjakvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald