placeholder
Innanlands

81 íbúðir skulu byggjast við Landavegin í Havn

Soleiðis fer helst at síggja út á Landavegnum skjótt

2018-12-21 17:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ætlanin er at gera stóran íbúðarbygning á landavegnum í Havn sum fer at húsa 81 íbúðum. Bygningurin verður nærhendis høvuðssætinum hjá Sev.

Skyn sum stendur fyri søluni av íbúðunum, sigur at tað í bygninginum vera smærri og størri lyklaklárar og nútímans íbúðir, sum vera úr 32 fermetrum og upp í 96 fermetrar til støddar.

- Dámliga økið, har nógv fólk hava sína dagligu gongd, er í stóran mun byrjað at mynda býin, og alskyns hentleikar eru í økinum so sum matvøruhandlar, dagstovnar, musikkskúli, fólkaskúli og miðnámsskúli, sigur Skyn í lýsingini.

Sum skilst er tað Jóan Petur Vang Sp/f av Oyrarbakka, sum skal byggja íbúðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder