Í apríl í ár vóru 845 milliónir útgoldnar í lønum. Sama mánað fyri ári síðani vóru 791 milliónir útgoldnar. Gongdin í lønargjaldingunum, sum er lýst við trendinum, vísur ein støðugan vøkstur síðani síðani 2014, skrivar Hagstova Føroya.
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini. Í apríl var parturin hjá monnum 510 milliónir og 335 milliónir hjá kvinnunum.
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa løntakararnar, og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar. Flestu lønirnar vera útgoldnar í almennu - og privatu tænastuvinnununum, sum saman telja sløk 70% av lønunum tilsamans.
Lønargjaldingarnar var hægst innan tað almenna við 309 mió. kr., meðan privatu tænastuvinnurnar vóru næst við 257 mió. kr.
151 mió. kr. vórðu útgoldnar í fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu, meðan 128 mió. kr. vórðu útgoldnar í byggivinnu og aðrari tilvirkan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald