Mentan

880.000 krónur komu inn

Jóla- og stuðulskonsertin hjá Barnabata, sum varð send í sjónvarpinum sunnukvøldið. Samanlagt fáa 550 børn í ár jólahjálp frá Í Menniskjum Góður tokki-átakinum

Stephanie Trónd Larsdóttir skipaði herfyri fyri loppumarknaði til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Í sendingini handaði hon Barnabata kekkin (Skíggjamynd frá sendingini: Kvf.fo)

Stephanie Trónd Larsdóttir skipaði herfyri fyri loppumarknaði til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Í sendingini handaði hon Barnabata kekkin (Skíggjamynd frá sendingini: Kvf.fo)

2021-12-14 16:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á hvørjum ári skipar Barnabati fyri jólahjálp til barnafamiljur, ið liva í fátækraváða. Ein umráðandi liður í hesi innsavning, er árliga jóla- og stuðulskonsertin, sum í ár var send í Kringvarpinum sunnukvøldið 12. desember. Inn komu yvir 880.00 krónur.

Hetta er met nógv.

Harumframt handaði Stephanie Trónd Larsdóttir Barnabata ein kekk á 117.063,50, ið hon hevur savnað við at hon í oktober mánaði skipaði fyri stórum loppumarknaði, til frama fyri Í Menniskjum Góður Tokki. Sum tølini vísa, var undirtøkan sera stór til hetta átak.

Eins og undanfarna ár, stuðlar Reyði Krossur Føroya átakinum hjá Barnabata við 1000 krónum fyri hvørja umsókn.

260 umsóknir um jólahjálp eru í ár komnar inn til Barnabata, og samanlagt fáa 550 børn jólahjálp.

Starvsfólkini hjá Barnabata arbeiða í dag við pakka brøvini, og stremba eftir at handa hesi til Posta út ímóti kvøldi. Sostatt kunnu allir umsøkjarar vænta sær svar ein av komandi døgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder