Innanlands

90 prosent av luttakarunum vóru menn

Fólkaheilsuráðið fegnast um góðu undirtøkuna til ráðstevnuna “Hvussu hevur tú tað, maður?”

2019-01-11 20:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju var fullsett við um 300 luttakarum. Í mun til undanfarnu Fólkaheilsuráðstevnur vóru menninir væl umboðaðir. Heili 90% av luttakarunum vóru menn, og tað eru vit ómetaliga glað fyri, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Evnini, sum viðgjørd vórðu, vóru ymisk heilt frá týdninginum av likamligari rørslu og styrki til sálarliga heilsu og lívstílsbroytingar. Har lagt varð fram, hvussu stóran týdning, tað hevur at hugsa um heildina, og bæði hava tað likamliga og sálarliga við.

Jacob Uth, granskari, greiddi frá, hvat hendir í kroppinum, tá ið maðurin eldist og gav vegleiðing í likamligari venjing og venjing, sum m.a. viðgerð mannfólkasjúkuna, prostatakrabba.

Philip Zimbardo, heimskendur amerikanskur sálarfrøðingur greiddi frá, hvønn týdning uppaling av dreingjum hevur fyri heilsustøðuna hjá komandi ættarliði av monnum. Hann vísti m.a. á ovurnýðslu av telduspølum og porno, sum nógvir dreingir gerast bundnir av.

Suni Poulsen, sálarfrøðingur, lýsti sálarligu heilsustøðuna hjá tí føroyska manninum. Hann segði m.a., at orsøkin til munin á heilsustøðuni ímillum kynini er at finna í tættum sum atferð, sannføring, lívfrøði og heilsutænastum. Súni gav fleiri góð boð uppá, hvussu heilsuverkið kann betra støðuna hjá monnum, men eisini, hvat maðurin sjálvur kann gera.

Arne Vatnhamar, fjallaklintrari, greiddi frá, hvussu hann hevur megnað at seta sær mál og gjøgnumføra tey, og helt tað vera avgerandi at hava mennandi mál. Mennandi mál eru mál, sum krevja nógva orku at náa og sum flyta okkum sum menniskju.

Monika Mohr greiddi frá verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, serstakt fyri menn. Hon hevði biðið Niels Nattestad og Hanus H. Johannesen greiða frá, hvussu teir við fyrimuni brúka ABC boðskapirnar í sínum gerandisdegi.

At enda kjakaðust orðstýrarin Uni Holm Johannesen og Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini um, hvat er at gera við trupulleikan, at menn eru eftirbátar á heilsuøkinum. Nógv uppskot vórðu havd á lofti, og við hesi ráðstevnu hava vit fingið sett hol á arbeiðið at fáa heilsustøðuna hjá monnum á breddan og fáa betri javnstøðu á heilsuøkinum.

Ráðstevnan endaði við, at Sirið Stenberg, landstýriskvinna í heilsumálum, handaði Fólkaheilsuvirðislønini 2019. Finn Johannessen, sum vit eisini kenna sum Bubu fekk heiðurin, tí hann á sera ymiskan og fjølbroyttan hátt, hevur vunnið út til føroyingar við bæði rørslu og tónleiki og verið við til at skapa karmar um jaligan og uppbyggjandi felagsskap og samveru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder