Innanlands

93 prosent av føroyingum meta seg hava góða heilsu

Tað vísir ein spurnakanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í fjør, sum hevði til endamáls at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum

(Savnsmynd: Hagstova Føroya)

(Savnsmynd: Hagstova Føroya)

2020-11-23 09:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

93 prosent av føroyingum meta seg sum heild hava góða heilsu, og fleiri kvinnur enn menn meta heilsustøðu sína vera góða. Tað vísir ein fólkaheilsukanning, sum Fólkaheilsuráðið gjørdi í 2019.

Í kanningini, sum hevði til endamáls at kanna heilsustøðuna og trivnaðin hjá føroyingum, vórðu spurningar sendir 6.000 tilvildarliga valdum føroyingum, og umleið helvtin valdi at taka lut í kanningini.

Talan er um ein av størstu spurnakanningunum, ið er gjørd í Føroyum, og tí er hon eitt gott grundarlag fyri at staðfesta heilsustøðu og trivnað hjá føroyska fólkinum, sigur Fólkaheilsuráðið.

Heili 93% av føroyingum meta sína heilsu vera avbera góða, stak góða ella góða, meðan danir liggja á 83 prosent. Eisini eru fleiri kvinnur enn menn, ið meta sína heilsustøðu vera góða, og eru tað tey í aldrinum 45-54 ár, sum í størsta mun halda seg hava eina góða heilsu. Hinvegin eru tað teir yngstu og elstu aldursbólkarnir, sum í minsta mun meta sína heilsu verða góða. Í aldursbólkinum 18-24 ár eru tað út við 10%, ið meta sína heilsu vera minni góða ella vánaliga, vísir kanningin.

Tað, at tey ungu halda seg hava eina verri heilsustøðu enn tey eldru, sæst sambært kanningini, aftur, tá hugt verður eftir sálarligari heilsu. Her eru tað tey ungu og serliga tær ungu kvinnurnar, sum meta seg hava ringastu sálarheilsuna.

Tað eru eisini tey ungu, ið kenna seg tyngd av síni fíggjarstøðu og bústaðarstøðu og hava tað truplari at gjalda rokningar enn tey eldru, sigur Fólkaheilsuráðið.

Tey, ið hava eina ringa sálarliga heilsustøðu hava eisini hava trupulleikar við svøvni og í størri mun taka pínustillandi og nervastillandi heiligvág. Eisini sæst ein neiligur samanhangur í millum ringa sálarliga heilsustøðu og heilsuvanar.

Tá tað kemur til heilsuvanar, so er eisini rúm fyri bata á fleiri økjum, serliga tá tað kemur til vekt, rørslu og royking, sigur Fólkaheilsuráðið.

– Sum gongdin við heilsuvanum er nú, so er ikki til at siga, um vit í Føroyum halda fram við at meta okkara heilsustøðu at vera góða. 

– Lands- og kommunaluleiðslurnar, umframt at samfelagið sum heild eigur at taka hesa vitan til eftirtektar og leggja til rættis eina breiða og burðardygga fyribyrgingarætlan, har høvuðsdentur eigur at vera lagdur á at styrkja sálarligu og sosialu heilsuna hjá ungum, umframt á skipaðan hátt at steðga ógvusligu økingini í yvirvekt, sum hongur saman við sera ringum kostvanum og kropsligum óvirkni. Eisini eiga tøk at vera tikin politiskt fyri at fáa talið á roykjarum longur niður.

Fólkaheilsuráðið hevur eisini ítøkiligar ætlanir at betra um hesi viðurskiftini, men hetta krevur fyrst og fremst politiskan vilja frá allari politisku skipanini og eitt vælskipað samstarv ímillum stovnar í øllum landinum, sigur ráðið.

Frágreiðingin hjá Fólkaheilsuráðnum sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder