Innanlands

Neyvan eitt desemberval

Løgtingsval verður helst áðrenn desembermánað næsta ár, sigur løgmaður

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-11-07 23:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður skal útskriva val í seinasta lagi um eitt ár og ein mánað, 8. desember. Men tað verður altso áðrenn tað, at Aksel V. Johannesen fer at skriva út val.

Tað avdúkaði hann í samrøðu við Frihedsbrevet.fo í vikuni.

- Sum útgangspunkt er tað 8. desember at valið skal vera, men eg kann gott geva tær so nógv, at tað verður neyvan í desembermánað, tí eg haldi tað passar illa, segði Aksel V. Johannesen í samrøðu við Jan Lamhauge á Frihedsbrevet.

Í 2022 var valið nevniliga 8. desember og til beint fyri jól vóru samgongusamráðingar. Samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn varð skipað 21. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder