Innanlands

94 íbúðir undir Kongavarða

Sama felag sum eigur og rekur lestraríbúðirnar í Marknagili, bjóðar seg fram at byggja íbúðir undir Kongavarða

Hetta er økið, har íbúðir skulu byggjast (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er økið, har íbúðir skulu byggjast (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-14 16:01 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tá býráðsfundur verður í Havn klokkan 17, skal býráðið taka støðu til uppskot um íbúðarbygging undir Kongavarða.

Tað er sama felagið, sum eigur og rekur lestraríbúðirnar MARK í Marknagili, sum hevur gjørt avtalu við kommununa, sum býráðið skal taka støðu til í kvøld. Felagið eitur NN Holding, og tað er Ognarfelagið Norðbil, sum er eigari av felagnum.

Tað var bert eitt felag, sum bjóðaði uppá økið undir Kongavarða. Boðið var 1.648.500 krónur fyri áleið 10.500 fermetrar í økinum, har avtala síðani skuldi gerast um íbúðarbygging. 

Í frágreiðingini til býráðsfundin í kvøld stendur, at talan verður um 94 íbúðir. Heilsu- og umsorganarstjórin og fulltrúin í Heilsu- og umsorgartænastuni mæla eisini býráðnum til at gera avtalu um at leiga átta íbúðir frá felagnum til borgarar eldri enn 67 ár. 

Meirlutin í byggi- og býarskipanarnevndini, eldranevndini og fíggjarnevndini samtykti í gjár uppskotið um at gera íbúðirnar. Minnilutin í øllum nevndunum atkvøddi blankt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder