Lønargjaldingarnar eru blivnar meiri hvørt ár síðani 2009, tá útgoldnar vóru beint yvir 6,5 milliardir krónur, og ferð kom veruliga á í 2013, tá áleið 7 mia. kr. vórðu útgoldnar í lønum. Í fjør vórðu 9,44 milliardir útgoldnar.
Bara í desember í fjør vóru 897 milliónir krónur útgoldnar í lønum. Hetta er ein stórur vøkstur frá september, tá áleið 820 mió. kr. vórðu útgoldnar í løn.
Vøksturin í lønargjaldingum millum kynini er áleið tann sami. Tó vinna mannfólk væl meiri í løn. 586 mió. kr. vórðu útgoldnar í løn til mannfólk, meðan 311 mió. kr. vórðu útgoldnar til konufólk.
Býtt millum høvuðsvinnugreinabólkarnar sæst, at 269 mió. kr. vórðu útgoldnar í almennari o.ø. tænastuuvinnum í desember, meðan 268 mió. kr. vórðu útgoldnar í privatu tænastuvinnunum. Ein øgiligur vøkstur var at síggja í fiskivinnu o.ø. ráevnisvinnum, har áleið 160 mió. kr. vórðu útgoldnar í september, og 229 mió. kr. vórðu útgoldnar í desember. 132 mió. kr. vórðu útgoldnar í byggivinnuni o.a. tilvirkan.
Mest lønargjalding er í Suðurstreymoyarøkinum, har 347 mió. kr. vórðu útgoldnar í desember 2018. Í Eysturoyarøkinum vórðu útgoldnar 214 mió. kr., meðan 114 mió. kr. vórðu útgoldnar í Norðoya øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald