2019-02-04 12:06
Í farnu viku vórðu sprongdir 99 metrar í Eysturoyartunlinum. Smærri lekar og spreinging av brunnum merktu framgongdina í vikuni. Nú eru sprongdir 9.402 metrar av tilsamans 11.250 metrum.
Á Hvítanesi vórðu í farnu viku 46 metrar sprongdir, umframt pumpubrunnurin niðast í tunlinum. Í alt eru nú sprongdir 4.533 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá rundkoyring og móti Hvítanesi vórðu sprongdir vóru 21 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.652 metrar. Seinasti pumpu brunnurin her, er nú eisini liðugt sprongdur.
Og frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu í farnu viku sprongdir 32 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.592 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald