Innanlands

Á midnátt gamlaárskvøld helst millum 10-15 m/s

Tað sigur veðurmaðurin hjá Norðlýsinum, sum samstundis ger vart við, at tað enn kann broytast

Nýggjársaftan í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nýggjársaftan í fjør (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-30 11:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er altíð stórur áhugi fyri veðrinum nýggjársaftan, tá fýrverkið skal skjótast, og vit sklulu inn í nýggja árið.

Í mun til sera góða veðrið í fjør, sær tað út til at fara at vera eitt sindur meira vindur hesaferð. Tað vísur feskasta veðurforsøgnin frá Hanus Kjølbro, veðurmanni á Norðlýsinum.

Mesti vindurin nýggjársaftan verður frá 15-18, tá miðalvindurin verður 18 til 23 metrar um sekundið. Hvirlurnar nakað harðari.

Klokkan 19 fer ætttin upp í ein útnyrðing, og vindurin fer at minka. Á midnátt vera 10 til 15 m/s í miðalvindi, og í støðum 13 til 18 m/s - alt eftir hvussu ættin er á staðnum, sigur Hanus Kjølbro á nordlysid.fo.

Enn kann tað tó broytast. Hanus Kjølbro greiðir frá, at lágtrýstið, sum ger av hvussu veðrið verður í Føroyum, liggur so nær, at tað skal lítið til at broyta forsagnirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder