2019-02-06 08:25
Ferðslan í morgun hevur verið nakað darvað í morgun. Orsøkin er tvey áarlop, sum í nátt vóru í Kollfjarðardali og á Skipanesi.
Av løgreglustøðini verður sagt, at áarlopini hendu bæði tvey millum klokkan 3 og 4 í nátt.
Boð vórðu send eftir Landsverk, sum hevur verið og ruddað vegirnar fyri gróti, eyrinum og moldini, sum áarlopið hevði við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald