Føroyski ABBA-coverbólkurin við Edith Dahl Jakobsen, Ann Chanett Danielsen, Bjarna Lisberg og Allan Tausen spældi fleiri útseldar konsertir í fjør, og í summar verða tey at hoyra á Okkara Land á Skálatrøð.
ABBA forkleaði frá 1972 til 1982 allan heimin við teirra framúrskarandi løgum, sum enn í dag verða nógv spæld.
Løg sum Mamma Mia, Dancing Queen, Fernando, Waterloo og Take a Chance on Me eru millum tey heilt kendu.
Okkara Land var á fyrsta sinni í fjørsummar, og var tá í Marknagili í Havn. Í ár er tað flutt oman á Skálatrøð og verður 21. juni.
Frammanundan hevur Okkara Land kunngjørt millum annað Grandma's basement, Hitmen, Herborg Torkilsdóttir og ikki minst Lou Bega, sum er kendur fyri Mambo no. 5, Sweet like Cola osv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald