2026-04-04 08:42
Klokkan hálvgun ellivu verða samráðingarnar millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin tiknar uppaftur.
Steðgur hevur verið í samráðingunum skírisdag og langafríggadag, men nú halda tær fram aftur.
Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og samráðingarleiðari, segði við FM1 mikudagin, at vónin var at hava eitt útkast til samgonguskjal klárt áðrenn páskadag.
Flokkarnir byrjaðu at samráðst mánadagin, og Beinir Johannesen hevur fingið sum freist at skipa samgongu áðrenn 10. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald