Innanlands

Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rópar varskó

Um 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru savnaðir til aðalfund á Hotel Føroyum í dag

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-03-16 21:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uml. 300 sjúkrarøktarfrøðingar vóru í dag savnaðir á Hotel Føroyum til aðalfund hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Aðalfundurin er samdur um at átala hugburð og framferð hjá politiska myndugleikanum og fyrisitingini mótvegis fakligu leiðsluni, sum er neyðug fyri at leiða heilsuverkið og eldraøkið, skrivar felagið í skrivi, sum er sent miðlunum:

Nú álit um framtíðar heilsuverk er skrivað, og nýggj leiðsla sett, vóru starvsfólkini enn einaferð til reiðar at gera teirra besta, til tess at føroyingar skulu hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Men soleiðis skuldi heldur ikki verða hesa ferð.

Starvsfólkini innan føroyska heilsuverkið eru til reiðar at gera sín part fyri at menna og stuðla undir framgongd. Vit bíða bert eftir, at politiska skipanin og heilsumálaráðið taka støðuna í álvara.

Sami hugburður til fakliga leiðslu sæst aftur í Almannamálaráðnum og lógini um eldraøkið. Føroyski borgarin er als ikki tryggjaður eina fakliga tænstu. Longu nú, fá ár eftir at kommunurnar yvirtóku eldraøkið, sæst ein ójavni ímillum økini, hvørjar tænastur verða veittar okkara eldru borgarum í Føroyum.

Givið er, at um avgerðir verða tiknar við støði í heilsufakligum kunnleika bæði í Almannamálaráðnum og Heilsumálaráðnum, verður arbeiðið á einum hægri støði og fakliga nógv betur tryggjað.

Ongin kennir tørvin innan heilsuverkið og eldraøkið betri enn fakfólk. Kortini verða tey hildin í armslongd, tá ið ætlanir verða lagdar av ráðunum ella lógarverk verður smíðað. Úrslitið verður sjálvsagt hareftir: eitt heilsuverk har fremsta uppgávan hjá forstjóranum sambært landsstýriskvinnuni er, at játtanin verður hildin, og ein eldralóg, sum ikki tryggjar føroyingum eina fakliga ella javnbjóðis tænastu.

Hetta vísir greitt manglandi vitan hjá teimum, sum taka avgerðirnar. Um fremsta uppgávan er, at játtanin skal haldast, verður tað ómøguligt at hava visjónir fyri at menna tænastuna til gagns fyri allar sjúklingar og borgarar. Men staðfestast má, at hetta er hugburðurin í politisku leiðsluni og ráðunum í dag.

Aðalfundurin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar rópar varskó. Heilsutænastur og veitingar innan eldraøkið eru grundarsteinar undir okkara vælferðarsamfelagi. Vit eiga sum samfelag at taka ábyrgd og seta skikkaði fakfólk til at leiða, fyri at tryggja fakliga støðið og eina javnbjóðis heilsutænastu til allar føroyingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder