Innanlands

Aðalfundurin mintist Poul Mohr

Føroya Arbeiðsgevarafelag mintist ímyndina av Tórshavnar Skipasmiðju

Á myndini sæst Poul Mohr, tá hann sum formaður í Havnar Arbeiðsgevarafelag undirskrivar sáttmála við Carl Johansen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, eftir verkfallið í 1985. Á myndini er eisini Oddfríður Gregersen.

Á myndini sæst Poul Mohr, tá hann sum formaður í Havnar Arbeiðsgevarafelag undirskrivar sáttmála við Carl Johansen, formann í Havnar Arbeiðsmannafelag, eftir verkfallið í 1985. Á myndini er eisini Oddfríður Gregersen.

2018-06-25 12:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag var nú leygardagin. Áðrenn farið varð undir vanligu skránni á aðalfundinum, mintist aðalfundurin Poul Mohr, sum andaðist 16. juni.

Formaðurin Føroya Arbeiðsgevarafelag, Bogi Jacobsen, nýtti høvi at minnast Poul Mohr við hesum orðum:

“Í dag hava vit verið og fylgt Poul Mohr til gravar.

Tey flestu kenna Poul Mohr sum ímyndina av Tórshavnar Skipasmiðju.

Fleiri varðar standa eftir Poul Mohr, men í hesum sambandi mugu vit nevna hansara stóra leiklut sum nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag.

Poul Mohr varð valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsgevarafelag í 1969, og var hann nevndarlimur har fram til 1993, harav 16 ár sum formaður.

Í 1977 varð Poul Mohr valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag, har hann sat fram til 1993.

Í samfeld 24 ár var Poul Mohr sostatt virkin sum nevndarlimur og formaður í hesum feløgum.

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vil í dag nýta høvi at takka Poul Mohr fyri hansara stóra íkast í felagsarbeiðið í Arbeiðsgevarafelagnum, tí hetta er eingin sjálvfylgja.

Takk fyri.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder