Mentan

Aðalorðaskifti um tónleikapolitikkin í Kringvarpinum verður í annaðkvøld

Tiltakið, við nógvum ymiskum luttakarum, byrjar klokkan 19 í Løkshøll. Har verða ymisk evni tikin upp

- Kringvarp Føroya er uttan iva mest týðandi mentanarberi, tá tað snýr seg um miðlan av føroyskum tónleiki. Í kringvarpinum – serliga útvarpinum – er tónleikur tað, ið fyllir mest av sendiflatuni. Men hvussu verður raðfest, tá tað snýr seg um tónleik. Aðalorðaskifti verður í morgin, mikudagin 30.  augst, klokkan 19

- Kringvarp Føroya er uttan iva mest týðandi mentanarberi, tá tað snýr seg um miðlan av føroyskum tónleiki. Í kringvarpinum – serliga útvarpinum – er tónleikur tað, ið fyllir mest av sendiflatuni. Men hvussu verður raðfest, tá tað snýr seg um tónleik. Aðalorðaskifti verður í morgin, mikudagin 30. augst, klokkan 19

2023-08-29 18:04 Author image
Innsent
placeholder

Í sambandi við, at Kringvarp Føroya er í holt við at stinga út í kortið nýggjan tónleikapolitikk fyri stovnin, verður bjóðað til opið aðalorðaskifti í Løkshøll mikukvøldið 30. august.

Millum luttakararnar vera eitt nú Ivan Hentze Niclasen, stjóri í KvF, Barbara Samuelsen, leiðari á Mentanardeildini og Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari. Somuleiðis luttaka Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við mentamálum, Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum, umframt umboð fyri limafeløgini í Tónleikasambandinum og fólk, ið starvast innan tónleik í føroyum. Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.

- Kringvarp Føroya er uttan iva mest týðandi mentanarberi, tá tað snýr seg um miðlan av føroyskum tónleiki. Í kringvarpinum – serliga útvarpinum – er tónleikur tað, ið fyllir mest av sendiflatuni. Men hvussu verður raðfest, tá tað snýr seg um tónleik? Hvussu verður avgjørt, hvat verður spælt og ikki? Og nær, og nær ikki?

Fyrr í ár kom fram, at Tónleikasamband Føroya og umboð fyri tess limafeløg í hoyringssvari ynskja, at starvið sum tónleikasamskipari í KvF skal vera eitt áramálssett fultíðarstarv og at hetta starv verður lyft upp á leiðsluøki. Hví er hetta eitt ynski?

Allir føroyingar rinda fyri Kringvarp Føroya, og meiningarnar eru mangar og atlitini mong at taka, tá stingast skal út í kortið. Tónleikapolitikkurin er sjálvt grundarlagið undir teimum valum og frávalum, sum gjørd verða.

Tískil vónar Tónleikasamband Føroya, at eitt aðalorðaskifti kann vera við til at bera ymsar hugsanir fram á torg soleiðis, at allir partar eru væl hoyrdir, áðrenn ein tónleikapolitikkur verður endaliga orðaður.

Møtið tí fjølment í Løkshøll mikukvøldið 30. august klokkan 19.

Skrá:

19.00 Vælkomin 

19.10 Ivan Niclasen greiðir frá tónleiki í KVF í søguligum sjónarhorni

19.25 Upplegg hjá Knút Háberg Eysturstein

19.40 Panelkjak – Panel 1 

20.25 Steðgur 

20.45 Panelkjak – Panel 2 

21.30 Samanumtøka 

21.40 Liðugt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder