Í dag er val í Spania, har umboð skulu veljast í bæði spanska Undirhúsið og Senatið.
Sosialdemokratiski Pedro Sánchez, sum hevur verið forsætisráðharri síðan 2018, útskrivaði val 5. oktober, hóast val ikki skuldi vera fyrr enn 22. august 2027 í seinasta lagi.
Sánchez segði tá, at tað er neyðugt at endurnýggja stuðulin frá fólkinum og vinna ein størri framburðarhugaðan meiriluta í tinginum.
Val varð útskrivað í kjalarvørrinum á stórum mótmælum orsakað av avbjóðingum á bústaðarmarknaðinum. Men tað eydnaðist ikki minnilutastjórnini hjá Sánchez at samtykkja eitt uppskot, sum skuldi bøta um nakrar av avbjóðingunum hesum viðvíkjandi.
Sambært veljarakanningum verður torført hjá sosialdemokratiska flokkinum at varðveita valdið eftir valið, skrivar Ritzau.
Størstu flokkarnar eru Sosialdemokratiski flokkurin, PSOE, konservativi Partido Popular og høgravendi Vox. Sambært veljarakanningum verður torført hjá sosialdemokratiska flokkinum at varðveita valdið eftir valið.
Sambært veljarakanningum er líkt til, at Partido Popular fær flest umboð í spanska tinginum.
Valstøðini á spanska meginlandinum lótu upp klokkan átta í morgun og lata aftur klokkan 19 føroyska tíð. Á Kanarisku oyggjunum lata valstøðini aftur ein tíma seinni orsakað av tíðarmuninum.
Seinast val var í Spania var í 2023. Tá komu fyrstu valuppteljingarnar klokkan 20 føroyska tíð, og umleið tveir tímar seinni vóru 95 prosent av atkvøðunum taldar upp.
Eftir valið fer spanski Filipe kongur at hitta øll forfólkini í politisku flokkunum og peika á eitt forsætisráðharravalevni, sum síðani skal royna at tryggja sær meiriluta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald