
Í sambandi við eftirmetingina av Fróðskaparsetri Føroya hava Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya nú sent serfrøðingunum eitt felags svarskriv, ið viðgerð tær niðurstøður og tey tilmæli, sum serfrøðingarnir eru komnir fram til í eftirmetingini.
Felags svarskrivið kann lesast á føroyskum her og á enskum her. Vit endurgeva eisini føroyska skrivið niðanfyri.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Fróðskaparsetrið eru samd við metingarnevndina um, at ”Fróðskaparsetrið fult út lýkur sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í European Higher Education Area (EHEA)”.
Báðir partar skilja eisini ”týdningin av at vísa í verki framhaldandi og hóskandi skilnað millum aðalráðið og Setrið samsvarandi andanum í Magna Charta Universitatum”, og somuleiðis, at “fleiri stig skulu takast, tá tað ræður um góðskutrygging og góðskumenning”.
Í svarinum stendur haraftrat, at Aðalráðið og Fróðskaparsetrið eru takksom fyri, at metingarnevndin er komin við ítøkiligum stigum, ið beinleiðis kunnu íverksetast, sum partur av tilmælum sínum.
Í skrivinum ber til at lesa um nøkur av teimum átøkum, sum eru farin í gongd, og sum nú verða raðfestar at verksetast komandi árini bæði innanhýsis á Setrinum og meira yvirskipað, tá tað snýr seg um altjóðagerð á hægri útbúgvingarøkinum
Til ber at lesa alla uttanhýsis metingina av Fróðskaparsetur Føroya, ið varð gjørd frá september 2021 til oktober 2022 á setur.fo
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald