Innanlands

ADHD-eyðkenni minka týðiliga við likamligum virknaði

Kinesiskir granskarar hava kannað serligan venjingarhátt hjá børnum íaldrinum 6 til 10 ár

Einki bendir á, at hetta slagið av venjing er skaðilig fyri børn, sum hava aðrar avbjóðingar umframt ADHD. Harumframt kann venjing hjálpa upp á nøkur eyðkenni, sum eru vanlig hjá teimum, sum hava ADHD, so sum angist og tunglyndi.  Eingi hjáárin eru ávíst (Mynd: skulabladid.fo/uunsplash.com)

Einki bendir á, at hetta slagið av venjing er skaðilig fyri børn, sum hava aðrar avbjóðingar umframt ADHD. Harumframt kann venjing hjálpa upp á nøkur eyðkenni, sum eru vanlig hjá teimum, sum hava ADHD, so sum angist og tunglyndi. Eingi hjáárin eru ávíst (Mynd: skulabladid.fo/uunsplash.com)

2026-05-28 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: Nógv gransking bendir á, at likamligt virkni kann tálma ADHD-eyðkenni, men nú hava granskarar í Kina ført hetta stigið enn longri. Teir hava granskað eina sokallað kognitiva-motoriska venjing, har bæði kroppurin og heilin verða brúkt.

Børnini, sum tóku lut í venjingini, vóru í aldrinum 6 og 10 ár. Tað vísti seg, at venjingin hevði við sær týðiliga minking, tá talan er um ADHD-eyðkenni, sambært granskarunum.

Merete Glenne Øie, professari í kliniskari sálarfrøði við Universitetið í Oslo, hevur hugt nærri at hesi nýggju kanningini.

– Eg haldi, at kanningin er bæði góð og umráðandi. Vit vita, at likamligt virkni hevur týdning fyri heilamenningina. Tað, sum er lutfalsliga nýtt við kanningini, er, at kognitivar krevjandi uppgávur eru lagdar inn í likamliga virksemið. Granskararnir hava ikki sagt nakað um hjárin av hesum slagnum av viðgerð. Tað, sum úrslitini vísa, er ógviliga spennandi, sigur Øie.

Lena Axelsson Svedell er fysioterapeutur og granskari við Örebro universitet í Svøríki. Hon hevur eisini granskað í venjing sum hjálp fyri ADHD-eyðkenni. Hon heldur eisini, at kanningin er áhugaverd.

Tú kanst lesa um ta kanningina her

– Úrslitini eru ógviliga spennandi. Báðir venjingarbólkarnir boða frá, at ADHD-eyðkennini og eksekutivu funktiónirnar eru batnað; bólkurin, sum gjørdi ta integreraðu venjingina, søgdu frá størri bata, samanborið við hinar bólkarnar.

Eksekutivar funktiónir snýr seg um evnini at loysa trupulleikar, at leggja til rættis, at gjøgnumføra uppgávur og at hava tamarhald á tíni atferð, sambært alfrøði.

Hvat gjørdu granskararnir?

Granskararnir býttu 107 børn, sum høvdu diagnosuna ADHD, í tríggjar bólkar í tólv vikur. Ein bólkur tók lut í sermentari venjing – likamligar uppgávur saman við minnisreglum og reaktiónsvenjingum.

Annar bólkuri tók lut í venjing, so sum súkkling og renning.

Triði bólkurin fekk bara vanlig heilsuráð.

Børnini vóru testað fyri ADHD-eyðkenni umvegis eitt spurnablað, sum foreldrini svaraðu. Granskararnir kannaðu eisini sjálvstamarhaldið og arbeiðsminnið hjá børnunum. Foreldrini vórðu eisini spurd, hvat tey hildu um venjingina.

Minnir um barnaspæl

Svedell vísir, at venjingarhátturin, sum granskararnir brúktu, minnir ógviliga nógv um barnaspæl ella ítrótt.

– Tað er í grundini púra vanlig rørsla hjá børnum. Tað er tað, sum børn skulu gera. Altso spæla, bjóða sær sjálvum av motoriskt og kognitivt samstundis sum tey røra seg, sigur hon.

Báðir venjingarhættirnir vístu batar, tá talan er um ADHD-eyðkennini, men tann sermenta venjingin skilti seg út á fleiri økjum, sambært kanningini. Úrslitini vísa, at sjálvstamarhald og arbeiðsminni gjørdust munandi betri hjá bólkinum, sum tók lut í sermentu venjingini. Foreldrini vóru eisini betur nøgd eftir hesa viðgerðina, vísir granskingin.

Vanta svar upp á nakrar spurningar

Øie vísir á, at kanningin hevur nøkur lýti. Hon heldur, at tíðarskeiðið, kanningin fór fram, var lutfalsliga stutt; haraftrat hava granskararnir ikki hugt nærri at, hvussu venjingin hevur ávirkað tað sosiala og at vaksin vóru hjástødd, meðan venjingarnar fóru fram. Eitt annað, sum eisini hevur týdning, er, at kinesisku granskararnir høvdu ikki børn við í kanningini, sum høvdu aðrar trupulleikar enn ADHD. Svedell heldur hinvegin ikki, at tað nýtist at gera kanningina verri, at eingi børn við øðrum avbjóðingum vóru við í kanningini.

– Eg rokni við, at orsøkin til, at tey hava valt soleiðis, er fyri at finna greið tekin um ADHD-eyðkenni. Tá er neyðugt at gera valið slíkt, tí annars vita vit ikki, hvat ávirkar hvat, og hvør diagnosa tað er, sum ger, at persónurin fær tað betri.

Hon leggur aftrat, at einki bendir á, at hetta slagið av venjing er skaðilig fyri børn, sum hava aðrar avbjóðingar umframt ADHD. Harumframt kann venjing hjálpa upp á nøkur eyðkenni, sum eru vanlig hjá teimum, sum hava ADHD, so sum angist og tunglyndi.

– Eingi hjáárin eru ávíst, sigur hon.

Púra vanligar gerandisligar rørslur

Svedell sigur, at kinesisku granskararnir brúka lága til moderata intensitetsvenjing.

– Tað sigur kanska okkurt um, at tað kanska ikki er neyðugt at venja so hart. Tað kann vera nóg mikið bara at gerast eitt sindur pøstur og móður, sigur hon.

Svedell heldur, at henda venjingin kundi verið brúkt um okkara leiðir.

– Eg haldi, at tað eru nóg góð prógv fyri at brúka hetta slagið av venjing sum viðgerð. Samstundis haldi eg, at onkur helst hevur brúk fyri bæði heilivági og venjing. Tað hevði verið gott at kunnað bjóðað hesa venjingina til teirra, sum standa á bíðilista fyri at verða útgreinað umframt til teirra, sum longu hava fingið diagnosuna, sigur hon.

Meiri av hesum í skúlanum

Øie heldur, at slíkt virksemi, sum er brúkt í kanningunum, kundi verið meiri av í skúlum og frítíðarskúlum.

– Vit gera longu nógv av hesum, nevnliga blanda likamligt virkni og reglur upp í ítróttartímarnar og fríkorterini. Til dømis hevur fótbóltur reglur, sum gera, at tú mást hugsa teg væl um, leggja til rættis og skifta fokus.

Svedell sigur, at hon heldur, at venjing av hesum slagi eisini kann vera gagnlig hjá vaksnum. Í granskingini, sum hon sjálv hevur staðið fyri, hava tey gjørt líknandi venjingar við vaksnum við góðum úrslitum.

Kelda: forskning.no

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder