Mentan

ADHD-felagið kemur suður

8. apríl verður kunningartiltak hjá ADHD-felagnum í VB-húsinum í Vági – Talan er um fjórða tiltakið á ADHD Rundferðini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-01 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

8. apríl verður ADHD Rundferðin í Vági. Hettar er fjórða av seks kunningartiltøkum hjá ADHD-felagnum kring landið.

Tað er í góðum samstarvi við Vágs kommunu, at tað ber til at halda tiltakið, sum eisini verður stroymt beinleiðis frá heimasíðuni.

Í fjør vórðu eini 300 fólk til Rundferðina í Klaksvík, har m.a. Livar Nysted og Tormóð Stórá luttóku, og til ber at síggja framløgurnar úr Klaksvík á heimasíðuni adhd.fo, skrivar ADHD-felagið í tíðindaskrivi.

Tiltakið í Vági verður í VB-húsinum í Vági, sum eisini er heimbygdin hjá Erhardi Joensen løgtingslimi, ið er ein av fýra, ið fer at hava framløgu um, hvussu tað var at fáa staðfest ADHD, tá ein er fyrst í 50unum. Um lívið sum ódiagnosteraður og aftaná, og um, hvussu hann í dag við viðgerð, tilviti og strategium livir eitt sera gott og aktivt lív við ADHD.

Tær fýra framløgurnar lýsa børn og vaksin við ADHD/ADD frá persónliga og fakliga vinklunum. Tiltakið er ætlað, at bæði fólk við ADHD/ADD, avvarandi og fakfólk fáa nógv burturúr.

Eisini fer Bjørg Dam, foreldur at greiða frá, tá sonurin, sum níggju ára gamal fekk staðfest ADHD. Um langa og drúgva vegin til útgreining, um týdningin av at fáa røttu hjálpina fyri trivna og lívsgóðsku.

Julia Feilberg Zachariasen sum er sjúkrarøktarfrøðingur, og í nógv ár hevur arbeitt við børnum og vaksnum í psykiatriini fer at greiða frá, hvat liggur aftanfyri einum ADHD/ADD’i, og hvørjar avbjóðingar vaksin hava og hvørji tekinini eru. Hon kemur eisini inn á heilivágsvigerð og psykoedukation, sum m.a. er, at læra seg at liva við ADHD/ADD’num.

Sissal Jørgensen, sálarfrøðingur sum starvast í Barnapsykiatriini, kemur at tosa um, hvat ADHD/ADD er, og hvørji eyðkennir børn við ADHD/ADD hava. Um tað, at fáa diagnosu og viðgerð. Eisini kemur hon inn á, hvussu foreldur, námsfrøðingar og lærarar kunna hjálpa barninum at fáa ein nógv betri gerandisdag, og sostatt læra at liva eitt gott lív við sínum ADHD/ADD’ið.

Tiltakið verður, sum áður nevnt, fríggjadagin 8. apríl klokkan 17.30 til 20.15. Tað er alment og ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder