placeholder
Mentan

Adventskonsert í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

Sunnudagin 28. november hava harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur konsert í sambandi við, at tað er fyrsti sunnudagur í advent, og jólatræið í Hoyvík verður tendrað

2021-11-27 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú sunnudagin 28. november hava harmoniorkestrið GHM og kórið Glymur konsert í sambandi við fyrsta sunnudag í advent.

Á skránni er ymiskt advents- og jólatilfar, og orkestur og kór framføra bæði hvør sær og saman.

Henda løtan við GHM og Glymi er vorðin føst siðvenja, tí hetta er fimta árið á rað, at tey seta dám at adventina í Hoyvík.

Konsertin er altíð sama dag sum jólatræið í Hoyvík verður tendrað. Konsertin verður í morgin klokkan 14, og jólatræið verður tendrað klokkan 18 á kirkjutorginum millum kirkjuna og Hoyvíkar skúla.

Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu og GHM spælir. Aftaná verða øll boðin í kirkjukjallaran til kaffi og holukøkur, og eisini kemur jólamaðurin á gátt og bjóðar karamellur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder