2025-12-09 13:54
Adventskvirra verður í kirkju- og missiónshúsinum á Argjum í annaøkvøld, mikukvøldið 10. desembur og næsta mikukvøld, 17. desembur millum klokkan 20 og 21.
Ein løta, har øll eru vælkomin í kirkjuna at sita í kvirru, hugsavna og steðga á eitt bil í adventini. Tað verður ljós á altarinum og annars skýmligt í kirkjuni.
Um ein hevur hug at lesa vers úr bíbliuni, eru øll vælkomin til tess. Endað verður kl. 21 við bøn og Faðir Vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald