Innanlands

Ætla at broyta byggisamtyktirnar í Sørvágs kommunu

Byrjað verður við Gásadali

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-23 12:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

At gera byggisamtyktir tekur langa tíð, tí at alt hugsast væl og virðiliga ígjøgnum, tá hetta kemur at merkja bygging í økjum í mong ár framyvir, og øll eiga at sleppa til orðanna, bæði borgarar, land og kommuna.

Vinnunevndin í Sørvágs kommunu hevur seinasta hálva árið arbeitt við einum uppskoti til nýggja byggisamtykt fyri Gásadal.

Ætlanin er, at allar bygdir í kommununi skulu hava dagførdar byggisamtyktir, og byrjað er við Gásadali.

Mikukvøldið verður borgarafundur í skúlanum í Gásadali, har fólk fáa høvi at hoyra um uppskotið og at gera viðmerkingar til uppskotið.

Síðan verður roynt at arbeiða hesar viðmerkingar inn í uppskotið, og eftir tað verður uppskotið lagt fyri bygdaráðið til viðgerðar, skrivar Sørvágs kommuna.

Uppskotið verður síðan lagt út til hoyringar, so at øll, sum hava eitt hvørt at viðmerkja, kunnu fáa høvi til tess. Tá hoyringsfreistin er av, verður uppskot um byggisamtykt við hoyringsvarum send Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.

Tað seinasta í hesari longu tilgongdini er, at nýggja byggisamtyktin verður send Innlendismálaráðnum til endaliga góðkenning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder