SEV ætlar at fáa gamla fótbóltsvøllin á Krossinum í Sumba at gera eitt sólorkuverk á.
Tað skrivar Sosialurin.
Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV sigur, at fær orkufelagsskapurin ein slættan og planeraðan vøll at seta eitt slíkt orkuverk á, verður tað ein stórur fyrimunur.
Hann sigur við Sosialin, at tey hava verið í einum samskifti við bygdaráðið í Sumba, har grønt ljós er fyri verkætlanini. Kostnaðurin at byggja verður eini tvær til tríggjar milliónir.
Gongur sum ætlað, verður elverkið við sólorku longu sett upp í summar. Fyrst skulu tó loyvi fáast til vega.
Verkið fer væntandi at fylla umleið helvtina av vøllinum, og kann gera streym til eini 35 húsarhald, skrivar Sosialurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald