Uttanlands

Ætla at hækka pensjónsaldurin í Kina

Talið á pensjónistum økist, samstundis sum burðatalið minkar, og tí verða broytingarnar settar í gildi stigvíst frá 1. januar

Eldri kvinna til handils í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing (Mynd: EPA)

Eldri kvinna til handils í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing (Mynd: EPA)

2024-09-13 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stýrið í Kina hevur tikið avgerð um at hækka pensjónsaldurin, og harvið halda fólki longri á arbeiðsmarknaðinum.

Hjá monnum hækkar pensjónsaldurin úr 60 ár uppí 63. Hjá kvinnum við kropsliga harðum arbeiði, hækkar pensjónsaldurin úr 50 uppí 55 ár, meðan kvinnur í skrivstovustørvum framyvir kunnu arbeiða, til tær eru 58 ár í staðin fyri 55.

Kina, sum eftir India er fólkaríkasta land í heiminum, hevði í 2022 eitt fólkatal á góðar 1,4 milliardir.

Tað verður ein avbjóðing, at fleiri hundrað milliónir kinesarar gerast pensjónistar næstu áratíggjuni, samstundis sum burðatalið minkar, og tí er avgerð tikin um at hækka pensjónsaldurin.

Ein onnur orsøk til broytingina er, at miðallivialdurin í Kina er farin upp, síðan broytingar seinast vórðu gjørdar á økinum, skriva tíðindastovurnar Reuters og Ritzau.

Sambært BBC er pensjónsaldurin ikki broyttur síðan 1950ini, og síðan tá er miðallivialdurin hækkaður munandi.

Í 1960 var miðallivialdurin í Kina 44 ár, meðan hann í 2021 var 78 ár, og mett verður, at livialdurin í 2050 fer at vera 80 ár.

Myndugleikarnir í Kina vænta eisini, at talið á íbúgvum yvir 60 ár verður yvir 400 milliónir í 2035. Núverandi talið er 280 milliónir.

Broytingarnar verða settar í gildi stigvíst yvir 15 ár frá 1. januar 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder