Innanlands

Ætla at halda grind til í Leynum

Ein grind er seinnapartin funnin út fyri Leynar, og løgreglan boðar frá, at grindaøki er lýst

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

2025-06-12 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein grind er funnin út fyri Leynar, og í hesum sambandi er lýst grindaøki á ein fjórðing útfrá grindini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hetta merkir, at óviðkomandi onga atgongd hava.

Sum skilst er talan um eina stóra grind, sum eftir ætlan verður hildin til í Leynum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder