Mentan

Ætla at hava lýsingar á Netflix

Á hendan hátt kunnu brúkarar, sum ikki hava nakað ímóti lýsingum, velja sær eitt bíligari hald, sigur forstjórin hjá amerikonsku stroymingartænastuni

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-04-24 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við stroymingartænastum sum Netflix er tað sera einfælt. Tú ritar inn, velur tað, tú vilt síggja, og trýstir á tað. Eingin steðgur við lýsingum, eins og á flestu sjónvarpsrásunum.

Men hetta kann skjótt broytast.

Forstjórin hjá Netflix, Reed Hastings, segði í samrøðu við miðilin Deadline herfyri, at Netflix fer at hyggja nærri at møguleikanum at fáa lýsingar á stroymingartænastuna.

Endamálið við hesum er at geva brúkarum fleiri ymisk høld at velja ímillum. Á tann hátt kunnu brúkarar velja sær eitt bíligari hald, um teir einki hava ímóti lýsingum.

– Tey, sum hava fylgt Netflix vita, at eg ikki eri fyri lýsingum men fyri einfaldleikanum við einum haldi. Men hóast mær dámar tað, dámar mær enn betur at geva veljarunum valmøguleikar, sigur hann.

– At geva brúkarum, sum vilja hava ein lægri prís og einki hava ímóti lýsingum tað, sum teir vilja hava, gevur góða meining. So tað er nakað, vit hyggja nærri at nú.

Sambært Reed Hastings verður hetta nakað, sum møguliga fer at koma ein av komandi árunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder