2024-10-17 14:02
Fyri umleið hálvum tíma síðani varð ein grind funnin í Svínoyarfirði.
Talan er um eina lítla grind, og ætlanin er at reka hana á Hvannasund, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður við Portalin.
Sýslumaðurin hevur í sambandi við grindina lýst grindaøki at vera ein fjórðing í allar ættir. At grindaøki er lýst merkir, at óviðkomandi onga atgongd hava, meðan grindin verður rikin og hildin til.
Løgreglan skrivar í fráboðan á Facebook, at tunnlarnir norður um fjall eru stongdir, og ferðslan verður stýrd av løgregluni sunnan fyri Árnafjarðartunnilin.
Dagførd kl. 14.21
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald