2024-09-07 10:41
Springararnir, sum vórðu sæddir beint fyri klokkan níggju í morgun fimm fjórðingar úr Eystnesi, liggja nú út fyri Rituvík, og avgjørt er, at teir skulu rekast og haldast til inni á Skálafjørðinum.
Tað upplýsti vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn fyri løtu síðani.
Mett er, at talan er um eini 200 hvalir.
Jacob Vestergaard, sýslumaður, hevur lýst grindaøki á sandinum, har drápið fer fram og á keiini, har springararnir skulu takast upp eftir drápið. At grindaøki er lýst merkir, at óviðkomandi ikki sleppa inn á økið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald