
- Tað hevur gingið spakuliga við arbeiðinum, men gongd hevur verið í nærum alla tíðina. Nú arbeiðir stýrið við ætlanum um at gera húsið liðugt, og taka tað í brúk í hesum árinum. Arbeiðið hjá missiónshúsinum er í góðum hølum hjá kirkjuni, so vit hava ikki skundað okkum, hóast vit gleða okkum at fáa okkara egnu hølir.
Hetta sigur Torleif Justinussen, stýrislimur í missiónirsarbeiðnum í Gøtu við Trúboðan. Í nøkur ár hevur nýggja missiónshúsið í Gøtu verið í gerð. Eitt byggifelag innilukkaði meginpartin av húsið, og so hava sjálvboðin gjørt restina. Nú er komið so mikið ávegis, at stýrið hevur vónir um at taka húsið í brúk í ár. Fígging er uppá pláss og mett verður, at millum 70 og 80 prosent av arbeiðnum er gjørt.
- Alt arbeiðið innan er gjørt av sjálvbodnum, og hiðartil er alt tilfarið goldið, og tað eru vit bæði fegin og takksom fyri. Tað stóra arbeiðið er gjørt, og eg meti, at 70 – 80 prosent av arbeiðinum er liðugt. Nú arbeiða vit við ventilatión og leggja loft uppundir. Innan skal ikki nógv smíðast, tí tað er pussað betong, sum skal málast, sigur Torleif Justinussen.
Eitt byggifelag innilokaði meginpartin av húsinum, og so hava sjálvboðin gjørt restina. Nú er komið so mikið ávegis, at stýrið hevur vónir um at taka húsið í brúk í ár (Mynd: trubodin.fo)
Bygt verður á sama økið við Gøtugjógv, har gamla missiónshúsið, Bethania, stóð. Tó er tað væl longri frá landsvegnum.
Sambært Torleifi eru arbeiðini, sum eru aftur, millum annað tey at seta køkin upp, at gera vesini liðug, og tað síðasta málast - síðani kunnud stólar, anlegg og annað verða sett upp.
Torleif Justinussen greiðir til endans frá, at tað stóð 1924 í skjøldrinum á gamla missiónshúsinum, men at tað var nokk tikið í brúk fyrst í 1925.
- Tí hevði tað verið gott, um vit klára at taka hetta húsið í brúk áðrenn 100 ára vóru umliðin.
Gamla missiónshúsið frá miðskeiðis í 1920'unum. Tað varð tikið niður, tá tað nýggja skuldi takast upp
Nýggja missiónshúsið, ið stendur á sama staði - tó væl longri frá landsvegnum (Myndir: trubodin.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald