Innanlands

Ætla sær bókstavin K

Stigtakararnir til kannabisflokkin ynskja at teir vera á lista K

2019-02-14 17:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá løgtingsvalið verður, satsa stigtakararnir at stilla upp sum listi K.

"K" sum kannabis.

Tað søgdu stigtakararnir av “Framtakinum fyri rættin at velja kannabis”, tá teir seinnapartin handaðu Heilsu- og innlendismálaráðnum 820 undirskriftir.

Tær undirskriftirnar skulu nú endaliga kannast, og síðani verður endaliga greitt um flokkurin sleppur at stilla upp ella ikki.

[object Object]Arnfinn á Birtuni, ein av stigtakarunum til flokkin (Mynd: Sverri Egholm)

- Hetta hevur tikið langa tíð. Tá vit byrjaðu roknaðu vit ikki við at tað fór at vera nakar trupulleiki at fáa allar undirskriftirnar, søgdu teir báðir.

Flokkurin hevur sum mál at sjúklingar skulu kunna nýta kannabis, og við tíðini at legalisera og avkriminalisera kannabis.

[object Object]Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, annar av stigtakarunum til flokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Nú byrjar valstríðið fyri flokkin, og teir báðir stilla helst upp. Hallur Hjalgrímsson Djurhuus hevur tikið avgerð at hann verður valevni hjá flokkinum og Arnfinn í Birtuni hevur enn ikki tikið endaliga avgerð.

[object Object]Hjalmar Zachariassen, valevni (Mynd: Sverri Egholm)

Umframt teir báðar, verður Hjalmar Zachariassen úr Hvannasundi eisini valevni. Tað avdúkaði flokkurin í dag. Hann hevur annars roynt at savna undirskriftir til sín egna flokk, Føroyaflokkin, men tað vísti seg at vera tungt at fáa neyðugu undirskriftirnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder