Timburkappingin var sera trupul og umfatandi við nógvum skurðum og skeivum vinklum. Uppgávan er áður nýtt til Skills Danmark (DM fyri handverkslærlingar), har lærlingarnir høvdu munandi longri tíð at arbeiða við uppgávuni. Tí sá úrslitið nakað óliðugt út hjá teimum sum kappaðust. Men hetta tekur einki frá liðna arbeiðinum, sum varð gjøgnumført uppá givnu tíðina.
Ingmar Dam starvast í løtuni úti á Skúlanum á Fløtum, hann er í læru hjá Búsetur og tískil partur av stóru byggiverkætlanini á Fløtum. Ingmar luttók í FM fyri handverkslærlingar 28. feb og 1. mars á Torginum í SMS, niðanfyri setir Ingmar orð á sína luttøku í FM kappingini, hví hann valdi at fara undir yrkisútbúgving og hvat hann heldur um tað at vera í læru.
- Av fyrstan tíð, tá ið eg bleiv spurdur, segði eg nei, men aftaná eg hevði prátað við ein vinmann hjá mær, sum er búsitandi í Danmark og sum sjálvur hevur kappast í ‘Skills Danmark’ broytti eg meining. Hann viðmælti mær alvorliga at luttaka, so eg gjørdi av at melda meg til, sigur Ingmar Dam við heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum.
Les alla samrøðuna við FM vinnaran her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald