Innanlands

Ætlanin er at seta námsfrøðingar fulla tíð í fólkaskúlanum

Byrjað verður við námsfrøðingum í serflokkum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen, tingkvinnu

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-01-16 18:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ætlanin er at arbeiða fram ímóti, at námsfrøðingar verða settir fulla tíð í fólkaskúlanum, har fyrsta stig er at lyfta starvsbrotið hjá námsfrøðingum í serflokkum upp á 1,0.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Landsstýrismaðurin sigur, at hann tekur málið í størsta álvara og vil seta tað í verk skjótast gjørligt.

– Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur arbeitt við hesum málinum, og í løtuni eru vit í samskifti við Fíggjarmálaráðið um, hvussu vit í fyrstu atløgu kunnu fáa námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fulla tíð. Endamálið er at fáa námsfrøðingar í serflokkum í fólkaskúlanum upp á fult starv so skjótt sum til ber, skrivar hann.

Sambært Djóna Nolsøe Joensen hevur Fólkaskúlaráðið viðgjørt støðuna hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, eitt nú starvsnormeringar hjá námsfrøðingum í serflokkunum og í fólkaskúlanum sum heild. Í hesum sambandi hevur Føroya Pedagogfelag luttikið á fundi í Fólkaskúlaráðnum, har Pedagogfelagið fekk høvi at leggja fram síni sjónarmið, umframt at spurningar og ivamál vóru umrødd.

– Landsstýrismaðurin hevur avgjørt at taka hetta málið upp til viðgerðar í Fólkaskúlaráðnum út frá tí ásjón, at tað hevur alstóran týdning at fáa lýst og greina støðuna hjá námsfrøðingum í fólkaskúlanum, soleiðis at námsfrøðingar skjótast gjørligt fáa greið og vælskipað arbeiðsviðurskifti í fólkaskúlanum, bæði í mun til ábyrgd, leiklut, arbeiðsuppgávur, fyrireiking, førleikamenning og starvsnormering, stendur í svarinum til Anniku Olsen.

Alt svarið kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder