Ætlanin at geva teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum nýggj nøvn eigur at verða tikin aftur.
Tað heldur felagið Vernd av Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur sent Hans Paula Henryson, sjúkrahússtjóra á Suðuroyar sjúkrahúsi, skriv, har mælt værdur frá navnabroytingini.
– Vernd av Suðuroyar sjúkrahúsi heldur ikki, at neyðugt er at broyta nøvnini, fyri at knýta sjúkrahúsini saman, tí tað vil altíð vera leiðslan og politiski myndugleikin, sum skal syrgja fyri hesum, og ikki ein navnabroyting. Vernd av Suðuroyar Sjúkrahúsi heldur eisini, at hetta at broyta nøvnini, umframt pening til vinnararnar av navnakappingini, fer at kosta sjúkrahúsverkinum nógvan pening til annað, sum navnabroytingin kemur at hava við sær.
Peningurin, sum tað fer at kosta at broyta navn, eigur heldur at verða brúktur til annað, sum kann tæna sjúklingunum, sigur felagið.
– Sjúkrahúsini hava nøvn, sum fólk standa saman um, og tí eiga verandi nøvn at verða varðveitt.
Les eisini: Samgongulimur: Klaksvíkar sjúkrahús skal ikki broyta navn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald