Samgongan hevur mist meirilutan í fíggjarnevndini, nú Kristin Michelsen er blakaður úr Javnaðarflokkinum á tingi.
Kristin Michelsen er limur í fíggjarnevndini, og velur hann at stuðla andstøðuni í einari nevndarumskipan, verður Ruth Vang sum forkvinna avloyst við einum andstøðulimi.
- Ja, tað haldi eg er púra upplagt, sigur Bill Justinussen, limur í fíggjarnevndini við útvarpið í dag.
- Samgongan hevur sitið við øllum formonnunum í stóru nevndunum alt valskeiðið, sum ein minnilutasamgonga, og tað er sera ódemokratiskt. Tí halda vit, at tað er upplagt nú møguleikin er at fáa ein formanssess í andsstøðuna, at brúka hann, sigur Bill Justinussen.
Fíggjarnevndin skuldi hava fund í morgin, men Ruth Vang avlýsti fundin. Hetta helst tí hon ikki hevur meirilutan í nevndini.
Kristin Michelsen vil ikki gera nakra viðmerking til útvarpið um hann tekur av, um tað stendur honum í boði at gerast formaður í fíggjarnevndini. Hann er frammanundan formaður í rættarnevndini á tingi og borgarstjóri á Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald