Valdsskiftið er byrjað. Klokkan níggju var Bárður á Steig Nielsen á fundi við Jógvan á Lakjuni, løgtingsformann, sum hin fyrsti í eini tilgongd at skipa nýggja samgongu. Har varð tað formliga avgreitt við, at hann leggur frá sær sum løgmaður.
So skal samráðingarleiðari finnast, sum skal sleppa at royna at skipa nýggja landsstýrissamgongu.
Klokkan tríkorter til tíggju skal Bárður aftur á fund við løgtingsformannin at peika á ein samráðingarleiðara. Hann sigur í viðmerking til miðlarnar, at hann ætlar at peika á Aksel Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald